Seinastu tíðina hevur átakið "Samhugi við Palestina" gjørt vart við seg við ymiskum tiltøkum í høvuðsstaðnum.
Eitt tiltak beint við Tinghúsið fyrr í mánaðinum fekk umrøðu í Degi & Viku, og í gjár var ein kyndlagongd í miðbýnum.
Les eisini: Kyndlagonga fyri varandi vápnahvíld í Gaza
Fyriskipararnir siga, at teir kunnu ikki longur góðtaka, at Føroya fólkavaldu myndugleikar ikki úttala seg og gera sítt fyri at ávirka støðuna í Gasa, har millum annað nógv palestinsk børn verða dripin.
– Tað kann vera, at Føroyar eru eitt lítið land við avmarkaðum møguleikum at ávirka altjóða stórpolitikk, men hetta snýr seg eisini um at vera á røttu síðuni av søguni. Vit ynskja ikki at vera tigandi áskoðarar til eitt fólkadráp, siga fyriskipararnir.
Arbeitt hevur verið við einari undirskriftainnsavnan seinastu vikuna. Fyrrapartin boða fyriskiparar frá átakinum frá, at ein áheitan við umleið 600 undirskriftum verður handað løgmanni klokkan 13.50.
Farið verður út í Tinganes at handa løgmanni eina áheitan um varandi vápnahvíld í Gasa við umleið 600 undirskriftum. Tey vilja eisini, at løgmaður og
politisku myndugleikarnar í Føroyum alment fordøma ágangin, sum Ísrael fremur í Gasa - líka sum samgongan fordømdi álopið á sivil fólk, sum Hamas framdi tann 7. oktober.
- Ísraelski herurin hevur dripið yvir 19.000 sivil fólk í Gasa seinastu tveir mánaðirnar, harav yvir 8.000 børn. Alskyns mannarættindi og krígsbrotsverk eru og verða dagliga brotin, og ST- aðalskrivarin, Antonio Gutteres, hevur í fleiri vikur heitt á Ísrael um at gevast við álopunum
Soleiðis stendur í skrivinum, har tað eisini verður skýrt at vera ein "larmandi tøgn úr Tinganesi, nú "ísraelska stjórnin eftir øllum at døma er farin undir eina etniska útreinsan og eitt fólkadráp av palestinska".
Hetta kunnu stigtakararnir til undirskriftainnsavnanina ikki longur góðtaka. Tey heita staðiliga á løgmann og politisku myndugleikarnar í Føroyum um alment at fordøma atgerðunum hjá Ísrael í Gasa.
Poul Kjartan Matras, Ulla K. undir Kletti og Elisabeth Skarðhamar Olsen standa sum stigtakarar. Tey hava gjørt avtalu við løgmannskrivstovuna um alment at handa áheitanina og undirskriftirnar til Aksel V. Johannesen sjálvan. Hetta verður í Tinganesi beint fyri klokkan 14.
Stríðið millum Ísrael og Hamas hevur verið ógvuliga hart í yvir tveir mánaðir, og hetta gongur út yvir nógv sivil fólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald