Uttanlands

Hálvan fjórða kilometrar lang sprunga

Nógv meira groyti sprænir úr sprunguni enn í hinum eldgosunum seinastu árini

(Mynd: Veðurstova Íslands)

(Mynd: Veðurstova Íslands)

2023-12-19 00:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Talan er um eitt stórt eldgos, sum í kvøld fór at goysa í Íslandi, norður úr Grindavík.

Íslendska kringvarpið skrivar, at sprungan er blivið hálvan fjórða kilometrar lang, og at úr gosopinum spræna umleið 100 til 200 rúmmetrar av groyti um sekundið.

Hetta er fleiri ferðir tað, sum er komið úr fyrru eldgosunum á Reykjanesi seinastu trý árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder