Mentan

Grundarlag fyri at seta ein journalist afturat

Barbara Holm letur væl at fyrsta árinum hjá Frihedsbrevet í Føroyum

Jan Lamhauge, Barbara Holm og Rólant Waag dam mynda í dag redaktiónina á føroyska Frihedsbrevet. Nú er grundarlag fyri einum fólki afturat (Mynd: Frihedsbrevet)

Jan Lamhauge, Barbara Holm og Rólant Waag dam mynda í dag redaktiónina á føroyska Frihedsbrevet. Nú er grundarlag fyri einum fólki afturat (Mynd: Frihedsbrevet)

2023-12-27 10:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er eitt gott ár síðan føroyska útgávan av Frihedsbrevet gjørdist almenn og fekk sínar fyrstu haldarar.

Sambært ábyrgdarstjóranum í Frihedsbrevet.fo, Barbaru Holm, hevur gingið so mikið væl, at tey fara at seta fók afturat. Tað sigur hon í grein í nýggjastu útgávuni av blaðnum Vinnulívið.

Síðan byrjanina í desember 2022 hava umframt Barbaru Holm hava Jan Lamhauge og Rólant Waag Dam, journalistar, eisini starvast á redaktiónini.

- Móttøkan hevur verið so góð, at tað nú er grundarlag fyri at seta ein journalist í fast starv afturat. Vit vita eisini, at tað ber til at fáa fatur á enn fleiri haldarum, so vit eru bæði errin og bjartskygd eftir fyrstu 12 mánaðirnar á marknaðinum, sigur hon við Vinnulívið.

Barbara Holm heldur tað vera neyðugt við gravandi journalistikki og einum miðli, sum av álvara kann kappast við Kringvarpið.

- Støðan var eftir okkara tykki so álvarsom, at tað var millum lítið og einki framleitt av gravandi journalistikki í Føroyum, og tað var heldur einki fokus á týdningin av tí. Tað vildu vit broyta, og tá hesin møguleikin kom, so hildu vit tað vera munandi frægari enn tann stillstøðan, sum var, sigur Barbara Holm.

Ein røð av íleggjarum hava sett pengar í Frihedsbrevet í Danmark. Ein teirra er føroyski vinnulívsmaðurin Niels Mortensen, sum millum annað rekur SMS-samtakið.

Vinnulívið kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder