Innanlands

Almennur felags foreldrafundur um integratión

Almennur felags foreldrafundur um integratión verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði mikukvøldið

2019-02-15 15:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Almennur felags foreldrafundur um integratión verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði mikukvøldið 20. februar.

Á fundinum luttekur Kalpana Vijayavarathan, ið flutti til Føroya úr India fyri knapt 30 árum síðani. Umframt at vera mamma at børnum, sum hava gingið í føroyska fólkaskúlanum, so hevur Kalpana prógv í enskum bókmentum úr India og hevur drúgvar royndir sum undirvísari, bæði á Handilsskúlanum og Fróðskaparsetrinum. Í 2017 leyk hon Ph.d.-prógv frá Fróðskaparsetrinum í undirvísing í talaðum enskum. Hon fer at greiða frá sínum egnu upplivingum í Føroyum, við atliti til bæði foreldur, lærarar, tey sum eru nýggj í Føroyum, og tey sum eru fødd og uppvaksin her, og nomið verður við avbjóðingarnar næmingar hava, tá føroyskt ikki er móðurmálið og hvat gerast kann fyri at stuðla teimum.

Framløgan hjá Kalpanu, sum verður á enskum, verður tulkað til føroyskt.

Á fundinum verða eisini tónleikaframførslur og formansfrágreiðing.

- Skúlastýrið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder