- Endamálið við nýggju fosturtøkulógini er at halda talið á føsturtøkum í Føroyum so lágt sum gjørligt.
Hetta vísti Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður við lógarmálum, á fleiri ferðir, tá hann fyrr í dag helt tíðindafund í sambandi við at uppskotið um nýggja fosturtøkulóg nú verður sent til hoyringar.
Men størsta broytingin við lógini er, at tað skal gerast lættari hjá kvinnum at fáa framt fosturtøku. Uppskotið leggur upp til, at kvinnan frítt kann velja fosturtøku fram til endan av 12. viku í viðgongutíðini.
Nútímansgerð
Løgmálaráðið hevur síðan í summar arbeitt við einari nýggjari fosturtøkulóg, ella eini nútímansgerð av galdandi fosturtøkulóggávu, sum hevur verið galdandi síðani 1956.
Bjarni Kárason Petersen segði á tíðindafundinum í dag, at tíðin fyri langari tíð síðani er farin frá galdandi lóggávu, sum hevur verið ógreið og ótíðarhóskandi.
Hesa tíðina hava fleiri fundir verið millum løgmálaráðið og ymiskar áhugabólkar, felagsskapir og onnur, ið hava vitan og áhuga í arbeiðinum.
- Útgangsstøðið fyri lógini er, at í allar flestu førum kennir kvinnan sjálv sína støðu best, og er sostatt best før fyri at taka avgerð um, hvørt hon skal hava fosturtøku ella ikki.
Lækni skal ávísa
Tí verður nú skotið upp, at ein kvinna, sum er við barn, kann fáa fosturtøku, um inntrivið skal gerast áðrenn endan av 12. viku.
Men tað er framvegis ein lækni, sum skal ávísa kvinnuna til fosturtøku. Í hesum førum hevur kvinnan frítt í at velja hvønn lækna hon fer til til tess at fáa ávísingina, upplýsti landsstýrismaðurin, tí roknað verður við, at tað verða læknar, sum ikki eru sinnaðir at geva hesa ávísing, hóast lógin leggur upp til fría fosturtøku fram til endan av 12. voðgonguviku.
Skal ikki verða einsamøll um avgerðina
Bjarni Kárason Petersen sær fleiri fyrimunir við ætlaðu lógini, tí við at staðfesta, at kvinnan sjálv kann taka avgerð um fosturtøku innan eina ávísa freist, verða allar kvinnur eins fyri lógini, og hetta er eisini við til at forða fyri, at kvinnur koma illa av ólógligum og ótryggum fosturtøkum uttan vegleiðing frá lækna.
Men landsstýrismaðurin leggur eisini dent á, at kvinna, ið umhugsar fosturtøku ikki skal vera einsamøll í støðuni.
Tað verður tí sett á stovn eitt lætt atkomiligt og alment tilboð til kvinnur, sum umhugsa fosturtøku, har tær kunnu fáa ráðgeving og vegleiðing frá fakfólki, soleiðis at tær kunnu taka eina væl grundaða avgerð.
Tað er tó ikki eitt krav fyri at fáa fosturtøku, at kvinnan frammanundan hevur fingið ráðgeving, staðfestir Løgmálaráðið á heimasíðu síni í dag.
Um serligar grundir gera seg galdandi, so verður møguleiki eisini at fáa fosturtøku framda eftir 12. viku eftir nærri ásettum treytum. Tá kemur lógin at líkjast lóggávuni, sum er galdandi í løtuni, at tað skulu vera tungt vigandi orsøkir, so sum at heilsan hjá kvinnuni er í vanda, at kvinnan er neyðtikin ella hevur verið útsett fyri. Til at viðgera slíkar støður verður sett eitt ráð, sum skal viðgera slík mál.
- Harvið verður siðvenja á økinum eins, og hetta fer at tryggja, at allar kvinnur er eins fyri lógini, sigur Løgmálaráðið.
Stendur tingfólki frítt at atkvøða
Bjarni Kárason Petersen hevur í hesum føri ikki tryggja sær meiriluta fyri málinum í samgonguni áðrenn málið verður lagt fram.
- Hetta málið verður mett at vera eitt etiskt mál, og í slíkum málum kann hvør samgongulimur atkvøða eftir egnari sannføring. Tað er staðfest í samgonguskjalinum.
- Vit hava tosað við allar politiskar flokkar, og vit hava eina kenslu av, at tað eru fólk bæði fyri og ímóti í teimum flestu flokkunum. Men vit hava eisini ein varhuga av, at tað er ein meiriluti á løgtingi, sum gongur við til at fáa fostøkulógina nútímansgjørda, sigur Bjarni Kárason Petersen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald