Mentan

Teitur Skoubo úr Havn við í Paradise Hotel

Honum dámar væl at fiska, men tað er eftir kvinnum

2019-02-18 11:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Spentir vøddar, vakrar kvinnur, veitslulag og drama. Hvørt ár sendir sjónvarpsrásin TV3 danskan ungdóm á eitt hotel í Meksiko við sól og marglæti. Burturúr kemur ein sending sum nógv ung hyggja at.

Og í ár fer sendingin helst at hava ein størri hyggjaraskara úr Føroyum enn undanfarin ár. 23 ára gamli Teitur Skoubo luttekur í ársins Paradise Hotel, sum hevur frumsýning á TV3 í næstum.

Tað avdúkaði TV3 á heimasíðuni fyrrapartin.

TV3 hevur eisini eina samrøðu við havnardrongin, har hann millum annað greiðir frá, at hann er úr Føroyum og dámar væl at fiska. Men tað er eftir kvinnum, leggur hann skemtiliga afturat.

Samrøðan sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder