placeholder
Mentan

Ikki fyrr enn tá - nýggj skaldsøga eftir Oddfríð Marna Rasmussen

Orð og tónar verður hóskvøldið 21. februar

2019-02-19 12:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Spenningurin er stórur millum fólk, nú ið styttist, til øll sleppa at lesa nýggju skaldsøguna, Ikki fyrr enn tá, eftir Oddfríð Marna Rasmussen. Hetta er bók, sum fer at royna seg uttan fyri landoddarnar eisini.
 
Í sambandi við framløguna fer Pætur Marjunarson Dahl at práta við høvundin um bókina hóskvøldið 21. februar.
 
Annars fyllir skaldið runt í somu viku, sum skaldsøgan kemur út, og tí hava vit prentað eitt serligt úrval av yrkingum hansara seinastu 25 árini - sum eina serliga heilsan. 
 
Anja Tell, unga havnarkonan, sum hevur búð í Týsklandi seinastu 25 árini, hevur fingið fatur á tilfari, ið ein týskur fólkalívsfrøðingur, nevndur Erich Wustman, skrivaði um Føroyar á eini ferð higar í 1930 árunum.

Anja hevur týtt tilfarið og fer at greiða frá bókunum, sum fara fram í Mykinesi, saman við myndum og filmsbrotum frá somu ferð. Stak áhugavert tilfar. Bøkurnar eita Fuglaparadísið Mykines og Vágafúsir føroyingar

Tónleikinum fara musikskúlanæmingar á Miðnámi at borðreiða við. Ung fólk við serstøkum gávum. 
 
Sprotin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder