Innanlands

Tiltrongdar dagføringar gjørdar í stovnum í Vági

Dagføringar eru gjørdar í Dagrøktarhúsinum og í VB-húsinum

2019-02-19 21:28 Author image
Ari av Rana
placeholder

Seinastu mánaðirnar eru gjørdar tiltrongdar dagføringar í bæði Dagrøktarhúsinum – spælistovuni Skálalund – og í VB-húsinum.

Dagrøktarahúsið fingið tiltrongda dagføring

Í Dagrøktarhúsinum – ella spælistovuni Skálalund, sum húsið eitur – eru nú gjørdar tiltrongdar dagføringar í húsinum.

Nýtt gólv er lagt á og nýggjar hurðar eru komnar í staðin fyri gomlu hurðarnar. Og harumframt eru gjørdar dagføringar á hitaverkinum.

Seinastu árini eru fleiri dagføringar gjørdar í spælistovuni Skálalund og eru bæði starvsfólk, foreldur og børn glað um hetta, skrivar Vágs kommuna.

Spælistovan Skálalund verður brúkt av Dagrøktini í Vági, har børn upp til 3 ára aldur eru í ansing.

Dagføringarnar í VB-húsinum halda áfram!

Seinastu mánaðirnar er gongd sett á umfatandi dagføringar í VB-húsinum og í Vágs Høll.

Nú eru eisini WC’ini í skiftirúmunum í VB-húsinum gjørd av nýggjum. Harumframt eru eisini gjørdar dagføringar í brúsurúmunum og í skiftirúmunum, sum eru gjørd klár til fótbóltskappingarárið.

Arbeiðið er framt av tekniska toyminum hjá Vágs kommunu.

-Okur eru sera glað um, at hava dugnalig starvsfólk á teimum nógvu kommunalu økjunum, ikki minst á tekniska økinum, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

Dagføringarnar í VB-húsinum og Vágs Høll halda áfram komandi mánaðirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder