Mentan

Guðrið Højgaard: Koks gevur nógv avleitt virksemi

Stjórin í Visit Faroe Islands sigur, at tað hevur stóran týdning fyri Føroyar, at Koks hevur vunnið næstu stjørnuna. Hon greiðir frá, at matferðafólk hava stóra keypiorku

2019-02-19 11:30 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Hettar hevur avgjørt nógv at siga. Koks hevur longu havt nógv at siga fyri føroysku ferðavinnuna, greiðir Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands frá. 

- Tað at fólk eitt nú koma heilt úr Tokyo til Føroyar at fara á Koks er fantastiskt í sær sjálvum. Men tey flestu steðga í fleiri dagar, greiðir hon frá. Hon sigur eisini, at fólk, ið ferðast eftir matupplivingum ofta hava nógva keypiorku. 

- Tey búgva ofta væl og brúka pengar uppá annað. Tey gjalda eitt nú ofta fyri ferðaleiðarar, sigur hon. 

Guðrið Højgaard greiðir frá, at tey ikki hava nakað tal uppá, hvussu nógv matferðafólk koma til Føroyar. Hon sigur, at tað allarhelst eru fá ferðafólk í stóru heildini, sum bara koma fyri at fara á Koks, men at matferðafólk er ein heilt serligur bólkur av fólki. 

- Í Danmark tosar man til dømis um "Noma-segmentið" og um, hvussu nógv avleitt virksemið danska matstovan gevur, sigur Guðrið Højgaard. Noma er heimskend donsk matstova, sum eisini fekk næstu stjørnina í gjár. 

- Næsta stjørnan til Koks ger sjálvandi, at uppmerksemið á Føroyar verður enn størri, sigur stjórin á Visit Faroe Islands. 

Fáa nýggjar miðlapallar
- Tað eru bara heilt fáar matstovur í danska kongaríkinum, sum hava tvær stjørnur og eini 500 í øllum heiminum. Tí gevur tað heilt víst nýtt uppmerksemi, at Koks hevur vunnið næstu stjørnina, greiðir Guðrið Højgaard frá. Hon fortelur eisini, at felagsskapurin skal á ferð í New York í næstu viku saman við Koks. Har er skipað fyri tiltakið um Føroyar við sjóneykuni á matvinnuna, men tað tiltakið var longu útselt, áðrenn Koks fekk næstu stjørnina í gjár, men at tað gevur ferðavinnuni fleiri pallar, at Koks nú hevur fingið næstu stjørnina. 

- Hettar ger, at miðlar, sum vit annars ikki høvdu rokkið, skriva um Føroyar, greiðir Guðrið at enda frá. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder