placeholder
Uttanlands

Bernie Sanders stillar upp sum forsetavalevni

Sanders ætlar at gerast forsetavalevni hjá demokratunum

Bernie Sanders (Mynd: EPA)

Bernie Sanders (Mynd: EPA)

2019-02-19 13:39 Author image
Ari av Rana
placeholder

Bernie Sanders fer enn einaferð at royna at gerast forsetavalevni hjá demkoratunum í USA. 77 ára gamli Sanders er í løtuni senatorur í Vermont

Bernie Sanders royndi at gerast forsetavalevni hjá demokratunum í 2016, men tapti móti Hillary Clinton.

Meiningakanningar vísa, at hesi seinastu árini meðan Donald Trump hevur sitið sum forseti, er Sanders vorðin meiri og meiri væl dámdur.

Sanders hevði stóran stuðul í okkara parti av heiminum, tá hann stillaði upp í 2016, tí at hann nærkast meiri teimum sosialu virðunum, sum vit kenna í Evropa, og tí at hann ofta tosar væl um norðurlendska vælferðarsamfelagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder