Mentan

Nýggjar bøkur til børn og ung

Frá Litla Virgari til Klukkusavnarahandbók

2019-02-19 20:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur í hesum døgum út seks nýggjar bøkur til børn og ung. Millum nýggjastu bøkurnar er ein nýggj útgáva um Lítla Virgar eftir væl umtókta rithøvundin Ole Lund Kirkegaard og ein forvitnislig klukkuhandbók.

Mín fyrsti Fívil
Fívil er øðrvísi. Hann er sum eitt klútateppi og ikki fílalittur. Fívil er altíð stuttligur og fær hinar fílarnar at flenna. Ein dagin rullar hann seg í fílalittum berum, og so fer Fívil at vita, um hinir fílarnir kenna seg aftur. David McKee skrivaði og myndprýddi. Bókin er ein sniðskorin pappbók, 10 síður og til tey umleið 0-1 ára gomlu.

Mamma Mu
Mamma Mu er ein forvitin og spælisjúk kúgv, og Krákus er ein varin Kráka. Nú er vetur og kalt, og Mamma Mu keðir seg í fjósinum. Tíbetur kemur Krákus altíð at vitja. Mamma Mu droymir um grønt gras og summar. Og so fara tey út at spæla summar í kavanum.

Myndabókin er innbundin, 28 síður og til tey umleið 2-4 ára gomlu. Jujja Wieslander hevur skrivað, og Sven Nordqvist hevur myndprýtt. Niels Jákup Thomsen týddi úr svenskum.

Lítli Virgar
Ein Storkur er fluttur inn á takið hjá keypmanninum, og keypmaðurin er bangin fyri, at skorsteinurin fer at detta niður. Tí fara dreingirnir út at leita eftir einum maka til storkin, so hann fær annað at hugsa um, og afturfyri lovar keypmaðurin teimum lakresspípur. Rasmus Bregnhøi hevur myndprýtt søguna á nýggjum, sum upprunaliga er frá 1967. Bókin er innbundin, 34 síður og til tey umleið 6-9 ára gomlu. Pauli Nielsen týddi úr donskum.

Í rósunnar miðju
Stefan og pápi hansara halda jól saman einsamallir, eftir at mamman tók lívið av sær seinasta heyst. Nógvir ósvaraðir spurningar liggja eftir hana, og Stefan má finna svarini.

Hann sníkir seg at lesa eitt bræv, ið hon skrivaði stutt áðrenn, hon doyði. Hetta er ein spennandi blanding av skaldsøgu og teknisøgu. Martin Widmark hevur skrivað, og Ola Skogäng hevur myndprýtt. Vagnur Streymoy týddi úr svenskum. Bókin er 132 síður, innbundin og til tey umleið 10-12 ára gomlu.

Klukkudrotningin
Hetta er annar partur av "Klukkudronginum" – altjóða bestseljaranum, sum kom út á føroyskum í 2018. Tann óndi klukkusniðgevin, Lucretia Cutter, hevur slept sínum gulu mariuhønunjósnarum leysum – og hon hevur eina lúnska ætlan. Tá ið Darkus, Virginia og Bertolt fáa enn fleiri prógv um, hvat hon hevur í kvittanum, eru tey púra avgjørd – hon má steðgast! M. G. Leonard hevur skrivað skaldsøguna, og Jenny Johannessen týddi úr enskum. Bókin er 322 síður, heft og til ung frá umleið 12 ára aldri.

Klukkusavnarahandbókin
”Klukkusavnarahandbókin2 er ein øðrvísi handbók um tær sjáldsomu klukkurnar, sum vit hitta í bókunum ”Klukkudrongurin” og ”Klukkudrotningin”. Ein klukkulig vegleiðing, ið vekir áhugan hjá spírandi náttúrufrøðingum. Bókin er myndprýtt við ómetaliga vøkrum myndum eftir Carim Nahaboo. M. G. Leonard skrivaði, og Jenny Johannessen týddi úr enskum. Bókin er innbundin og 160 síður.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder