Ársins fyrstuhjálparar 2023 eru starvsfólkini á dagstovninum á Flatinum á Oyrarbakka, fyri at geva einum smádreingi lívbjargandi fyrstuhjálp, tá ið hann var smokkaður ígjøgnum ein skalv og lá í einum áarløki.
Eisini vóru fjallmenn á Húsum heiðraðir fyri at veita fyrstuhjálp og bjarga lívi, tá ein maður fekk hjartasteðg.
Gert Haraldsen fekk somuleiðis heiður fyri at veita fyrstuhjálp og soleiðis bjarga sjónini á konuni, tá ið sýra spruttaði í eygað á henni.
Fýra ymsir barnaheiðrar vórðu eisini handaðir.
-
Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging, tosaði um munin á at duga fyrstuhjálp - og ikki at duga fyrstuhjálp. Ein munur, sum kann merkja munin ímillum lív ella deyða - ella munin á varandi meini ella ongum skaða
-
Gert Haraldsen er eisini tilnevndur ársins fyrstuhjálpari 2023. Eftir at sýra spruttaði í eygað á konu hansara, Sigrið, var Gert skjótur at skola eygað og ringja eftir hjálp. Arbeiðsplássið hjá Gert gongur høgt uppí, at starvsfólkini duga fyrstuhjálp – og eisini, hvussu tey skulu handfara vandamikil evni. Hetta bjargaði eyganum á Sigrið
-
-
Jákup, Oluf, Jákup, Oddur, Hallur, Ólavur, Pætur og Dávur eru somuleiðis tilnevndir ársins fyrstuhjálparar 2023. Teir framdu lívbjargandi fyrstuhjálp, tá Arnold smokkaði saman við døgurðaborðið eftir at hava verið á fjalli. Hjartastartarin riggaði ikki, men menninir dugdu fyrstuhjálp og mistu ikki mótið
-
Starvsfólk á Dagstovninum á Flatinum eru ársins fyrstuhjálparar 2023. Tey samstarvaðu væl og arbeiddu skjótt, tá fýra ára gamli Fríði datt í ánna úti í garðinum.Stutt fyri hendingina høvdu starvsfólkini á dagstovninum havt ráðleggingardag, har tey lærdu fyrstuhjálp. Tríggjar vikur seinni, tá vanlukkan hendi, vistu starvsfólkini júst hvussu tey skuldu gera.Sunnrid Eyðunsdóttir, varaleiðari, og Rosa Prestá, leiðari, tóku ímóti heiðrinum vegna starvsfólkið.
-
Starvsfólk á Dagstovninum á Flatinum eru ársins fyrstuhjálparar 2023. Tey samstarvaðu væl og arbeiddu skjótt, tá fýra ára gamli Fríði datt í ánna úti í garðinum
-
-
Hjarnar Friðrik eigur ársins barnaheiður. Bert fýra ára gamal, skilti Hjarnar Friðrikk álvarsligu støðuna, tá vinmaðurin, Fríði, datt í ánna í barnagarðinum. Hjarnar Friðrik boðaði teimum vaksnu frá, so Fríði fekk røttu hjálpina beinanvegin.
-
Hjarnar Friðrik eigur ársins barnaheiður. Bert fýra ára gamal, skilti Hjarnar Friðrikk álvarsligu støðuna, tá vinmaðurin, Fríði, datt í ánna í barnagarðinum. Hjarnar Friðrik boðaði teimum vaksnu frá, so Fríði fekk røttu hjálpina beinanvegin.
-
Philip og Ísakur fingu virðisløn fyri at handla skjótt, tá vinmaðurin, Jónas (í miðjuni), datt og fall í óvit meðan teir spældu úti. Meðan ein teirra sat hjá Jónasi, rann hin eftir hjálp.
-
Katrin Maria og Sandra fingu somuleiðis virðisløn fyri ársins barnaheiður. 7 ára gamli Baldur datt og sló høvdið í ein stein, meðan tey spældu í eini á. Katrin Maria og Sandra vóru skjótar at renna eftir hjálp og boða frá, so alt spældi væl av.
-
12 ára gamli Levi fekk virðisløn fyri at vera umhugsin, handla skjótt og boða frá, tá hann sá ein mann liggja úti í túninum.Levi ringdi til mammuna, sum ringdi eftir sjúkrabili.
-
Vinmenninir Hjarnar Friðrik og Fríði. Hjarnar Friðrik fekk Ársins barnaheiður fyri at bera skjótt og rætt at, tá ið 4 ára gamli vinmaðurin, Fríði, kom illa fyri.
-
Rosa, Sunrid saman við Fríða og Hjarnar Friðrik
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald