Innanlands

Andras Nybo hevur havt 25 ára starvsdag

Hann er arbeiðisformaður hjá veitingareindini. Andras byrjaði hjá Hósvíkar kommunu í 1999 og helt fram, tá ið kommunurnar løgdu saman í 2005

Andras Nybo er arbeiðsformaður hjá veitingareindini. Hann verður lýstur sum ein, ið er sera arbeiðssamur og nærlagdur, og eru tey í kommuni sera takksom fyri Andras sum arbeiðsfelaga (Mynd: sunda.fo)

Andras Nybo er arbeiðsformaður hjá veitingareindini. Hann verður lýstur sum ein, ið er sera arbeiðssamur og nærlagdur, og eru tey í kommuni sera takksom fyri Andras sum arbeiðsfelaga (Mynd: sunda.fo)

2024-02-09 10:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í vikuni varð Andras Nybo heiraður á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka, av tí hann hevur starvast í kommununi í heili 25 ár.

Hetta skrivar Sunda kommuna á heimasíðu sínari.

Andras er arbeiðsformaður hjá veitingareindini. Hann verður lýstur sum ein, ið er sera arbeiðssamur og nærlagdur, og eru tey í kommuni sera takksom fyri Andras sum arbeiðsfelaga.

- Andras Nybo byrjaði hjá Hósvíkar kommunu í 1999 og helt fram í Sunda kommunu tá ið kommunurnar løgdu saman í 2005. Vit ynskja Andrasi hjartaliga tillukku og takka fyri gott samstarv.       

[object Object]

(Mynd: sunda.fo)[object Object]

[object Object]

[object Object]
Heiðursløta var fyri Andrasi Nybo mánadagin (Myndir: sunda.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder