Innanlands

Arnfinn á Birtuni: Eg skilji svarið frá KVF

Arnfinn á Birtuni sigur, at hann skilur, at tað bara eru tey, sum longu eru fólkavald, sum eru við í kjakinum í kvøld. Men flokkurin kundi hugsað sær at luttikið allíkavæl

- Arnfinn á Birtuni er ein av oddamonnunum handan Framtakinum fyri rættinum at velja Kannabis. (Savndsmynd: Sverri Egholm)

- Arnfinn á Birtuni er ein av oddamonnunum handan Framtakinum fyri rættinum at velja Kannabis. (Savndsmynd: Sverri Egholm)

2019-02-20 11:02 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Vit skilja svarið, men kundu hugsað okkum at luttikið allíkavæl, sigur Arnfinn á Birtuni, sum er ein av oddamonnunum handan Framtakinum fyri rættinum at velja Kannabis. 

Heini Gaard segði fyrr í dag við Portalin, at Kringvarpið ikki hevði valt Kannabis framtakið frá, men at tað bara vóru flokkar, sum longu eru umboðað á Løgtingi, sum eru boðin við til kjakið í kvøld. 

Fráboðan kom frá Framtakinum í morgun, har tey vístu ónøgd við, at tey ikki vórðu boðin við til kjakið í kvøld. Men Arnfinn á Birtuni sigur, at hann hevði varhugan av, at tað einans vóru fólkavald, sum vórðu boðin. 

- Eg var bangin fyri, at skyldan at geva øllum flokkum rúmd einans var galdandi, tá val varð útskrivað, sigur hann og leggur afturat, at tey halda seg hava fingið góða rúmd í miðlunum. 

- Miðlarnir hava víst áhuga fyri Framtakinum. Myndugleikarnir hava eisini hjálpt væl í samband við innsavningina av undirskriftum, sigur Arnfinn. 

Framtakið hevur onga støðu til fiskivinnuna 
Arnfinn á Birtuni váttar eisini, at Framtakið ikki hevur nakra felags støðu til føroyskan fiskivinnupolitikk. Men hann leggur afturat at valevnini sjálvi hava eina støðu til tað. 

- Vit eru ein "eitt-máls"-flokkur, men okkara valevni hava eina støðu til fiskivinnupolitikk, sigur Arnfinn á Birtuni. Hann greiðir at enda frá, at valevnini hjá flokkinum sjálvi kunnu hava eina politiska meining um alt, so leingi sum tey taka undir við støðuni hjá Framtakinum til Kannabis. 

Les eisini: Heini Gaard: Hava ikki valt Kannabisflokkin frá

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder