placeholder
Uttanlands

Laksavirkir í Bretlandi kannað fyri svik

ES-illgruni um at norskar alifyritøkur Bretlandi hava samstarva ólógiga

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-02-20 11:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fleiri norsk laksavirkir í Stórabretlandi fingu í gjár ófráboðaða vitjan av eftirlitsfólki frá ES, sum vóru komin fyri at kanna møguligt svik við prísavtalum.

Fleiri norsk alifeløg, eitt nú Mowi (fyrrv. Marine Harvest), Grieg Seafood, Lerøy og Salmar hava í gjár og í dag boðað keypsskálunum frá ófráboðaðu eftirlitsvitjanunum.

Tað var miðilin Intra Fish, sum fyrst kundi boða frá, at ein umfatandi eftirlitsatsókn var í gongd á verksmiðjuni hjá Mowi í Rosyth í Skotlandi.

Samskiftisovastin hjá Mowi sigur við Dagens Næringsliv, at ES-eftirlitsfólkini gjørdu kanningar fyri ein illgruna um, at norsku alifyritøkurnar í Bretlandi møguliga hava havt eina sínámillum avtalu um prísáseting. Men hann upplýsir eisini, at Mowi einki hevur at fjala, og vísir harvið illgrunanum um ólógligt samstarv aftur.

ES myndugleikarnir hava enn einki latið frætta um, hvør orsøkin var til stóru og umfatandi rannsóknirnar í gjár.

Shetland News skrivar, at ES eftirlitsfólk eisini hava verið í Hetlandi og gjørt kanningar, eitt nú hjá Grieg Seafood í Lerwick. Í Hetlandi er eisini alivinna við kanadiskum eigaraskara, men virkið hjá Cooke Aquaculture varð ikki kannað, upplýsa eigararnir fyri Shetland News. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder