Eitt slag av nýggjari søgu varð í dag skrivað, tá 20 prógv vórðu handað í Kongshøll á Fróðskaparsetrinum til fólk, sum hava lisið Føroyskt sum annaðmál á Føroyamálsdeildini.
Tilflytingin til Føroya er stór, og borgarar liva og búleikast her, sum upprunaliga koma úr yvir hundrað ymsum londum. Hetta setir stór og nýggj krøv til førleikarnar at læra børn, ung og vaksin føroyskt mál, og tí varð ein roynd gjørd í 2021 at taka upp ein flokk av lesandi í Føroyskum sum øðrum máli. Ein útbúgving og eitt fak, sum ongantíð áður hevur verið givin í Føroyum.
Tey 20, sum í dag hava fingið prógv, høvdu øll útbúgving frammanundan og arbeiði í skúlaverkinum í Føroyum. Nú hava tey so fingið nýggjar førleikar at læra børn, ung og vaksin, sum hava annað móðurmál enn føroyskt, føroyskt mál.
11 av teimum, sum í dag fingu prógv, arbeiða í fólkaskúlum, fimm á miðnámsskúlum, tvey á Námi og onnur tvey burturav sum kvøldskúlalærarar. Nøkur av teimum arbeiða tó bæði sum lærarar í fólkaskúla og sum kvøldskúlalærarar, har tey undirvísa vaksnum.
Førleikatørvurin í skúlaverkinum at undirvísa næmingar, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, veksur - sum nevnt - nógv, og hesi, sum í dag hava lokið prógv, eru eitt ítøkiligt úrslit av royndunum at menna hesar førleikar, sum eru alneyðugir, tá talan er um integratión til gagns fyri nýggju borgararnar og samfelagið annars.
Undirvísingin hevur verið skipað sum parttíðarlestur, fyri tað mesta mánadagar og um vikuskiftini, so tey lesandi hava kunnað røkt størv síni eisini.
Teir skúlar og stovnar, sum nú kunnu fáa ágóðan av nýggju førleikunum, eru Miðnám á Kambsdali, Tekniski skúli í Klaksvík, Nám, Skúlin á Fløtum, Eysturskúlin, Sankta Frans Skúli, Hoyvíkar skúli, Tórshavnar kvøldskúli, Runavíkar skúli, Kvøldskúlin í Runavík, Skála skúli, Stranda skúli, Eiðis skúli, Tofta skúli, Tofta kvøldskúli, Meginskúlin á Sandi (& kvøldskúlin), Vágs skúli og Tvøroyrar kvøldskúli.
Nøkur av teimum lesandi, sum seinnapartin fingu prógv, fara at leggja fram á ráðstevnu, sum Setrið skipar fyri um føroyskt sum annaðmál.
Ráðstevnan verður 22. mars 2024, og hon verður almenn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald