Innanlands

Útfluttu fyri 8 milliardir í 2018

Innflutingurin hevði virði á 7,7 mia. kr.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-02-20 13:11 Author image
Ari av Rana
placeholder

Føroyar innfluttu vøru í 2018 fyri 7,725 milliardir krónur. Hetta er 467 milliónir krónur meiri enn í 2017, tá útflutt varð fyri 7,258 milliardir krónur. Talan er sostatt um eina hækking á 6%.

Tað er Hagstova Føroya, sum hevur almannakunngjørt tølini fyri inn- og útflutningin.

Býtt á høvuðsnýtsluflokkar var tað flokkarnir undantikið skip og flogfør, har innflutningur var størstur. Innflutningurin í tí høvuðsnýtslubólkinum var 7,512 mia. kr.

Nevnast kann, at innflutningurin til brennievni var 1,283 mia. kr. Hetta var samstundis størsti vøksturin, ein vøkstur á heili 35%. Innflutningurin av maskinum og amboðum var 1,006 mia. kr., og tilfar til byggivinnu 815 mió. kr. Innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu var 1,588 mia. kr.

Innflugningurin til høvuðsnýtslubólkin “Skip og flogfør” var 213 milliónir kr. sum er ein minking á 47 % frá 2017.

[object Object]

Fiskavøruútflutningurin háttaði seg soleiðis, at útflutt varð fyri  462.551 tons. Hetta er ein minkg á 9%. Mest varð útflutt av uppisjóvarfiski. 199.855 tons  av makreli, sild, og svartkjafti varð útflutt í 2018. Hetta var tó ein minking á 19%.

[object Object]

Útflutningurin býtt á høvuðsvørubólkar háttar seg soleiðis, at útflutt var fyri 8,030 mia. kr. krónur. Av hesum var 7,493 mió. kr. fiskavøruútflutningur. Laksurin er størti útflutningurin við 3,342 mia. kr. Hetta er tó ein minking á 14% í mun til 2017. Næstur er uppisjóvarfiskurin við 1,330 mia. kr.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder