Innanlands

Ferðastøð í Føroyum stongd vegna viðlíkahald

Visit Faroe Islands skipar fyri vikuskifti, har ferðastøð í Føroyum verða viðlíkahildin

Mynd: Visit Faroe Islands

Mynd: Visit Faroe Islands

2019-02-20 14:43 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nógv verður kjakast um tað trýst, sum mongu ferðafólkini í Føroyum hava á náttúruna. Nú skipar Visit Faroe Islands fyri einum heldur øðrvísi vikuskifti, har kend ferðastøð í Føroyum verða viðlíkahildin.

Á heimasíðuni skrivar Visit Faroe Islands, at um vikuskiftið 26. til 27. apríl verða stóru ferðastøðini í Føroyum stongd fyri vanligum ferðafólkavirksemi. Tó vera ferðastøðini opin fyri teimum, sum ynskja at viðlíkahalda tey. Afturfyri hjálpina fáa tey sjálvbodnu boðið innivist og mat yvir vikuskiftið, tá viðlíkahaldið verður gjørt.

Nakað av tí, sum verður gjørt, er m.a. gongugøtur har nógv verður gingið, at gera útsýnispláss, sum varðveita náttúruna og fuglalív, og at reisa skelti, sum hjálpa ferðafólki at finna veg.

Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, sigur, at hetta er ein roynd at samantvinna marknaðar- og menningarátak. Lokaløkini eru tikin við, har kunningarstovur og kommunur er við í átakinum

- Hetta spælir uppá ein altjóða trend, har ferðafólk ynskja at leggja okkurt eftir sær. Hetta kallast voluntourism, og hugsanin er, at ein ferðast fyri at gera okkurt gott, sigur Guðrið Højgaard.

Talan er um eina roynd, og at tankin er, at hetta skal verða endurtikið.

- Føroyingar eru eisini vælkomnir við. Tá rinda vit ikki fyri uppihald, men øll sum hjálpa til fáa mat goldnan, sigur Guðrið Højgaard.

Sum nú er eru seks støð, har møguligt verður at hjálpa til viðlíkahaldinum tann 26. Til 27. apríl. Tað eru Mykines, Gásadalur, Gjógv, Kirkjubøur, Oyndarfjørður/Elduvík og Miðvágur (Trælanípan). Eftir ætlan verða tilsamans átta til níggju støð, har ein kann geva eina hjálpandi hond.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder