Innanlands

Nakað av vindi, men í morgin gerst meiri stilt

Hitin nærkast 10 hitastigum

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-02-20 16:14 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í dag er nakað av vindi, men sambært veðurforsøgnini verður meira stilt í morgin. Hitin er byrjaður at førka seg uppeftir, og fríggjadagin skuldu vit rakt 10 hitastigum.

Í dag er strúkur í vindi til hvassur vindur av útsynningi, millum 13 og 15 m/s. Lítið og einki avfall og hitin um 8 hitastig.

Í morgin minkar hann í vindinum niður í millum andøvsgul og strúkur í vindi av suðri, millum 5,5 og 11 m/s. Eitt sindur av avfalli verður fyrrapartin, millum 0,1 og 0,3 mm. Hitin millum 7 og 9 hitastig.

Sí veðrið her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder