Týski vápanaframleiðarin Rheinmetall ætlar at byggja eina nýggja verksmiðju í Ukraina.
Rheinmetall hevur saman við ukrainskum samstarvsfelaga skrivað undir ætlanarskriv í sambandi við trygdarráðstevnuna í München.
Týski vápnaframleiðarin ynskir at hjálpa ukrainum at enduruppbyggja vápnaídnaðin í landinum, sigur Armin Papperger, stjóri sambært Ritzau.
Rheinmetall, sum heldur til í Düsseldorf og framleiðir hernaðarakfør og vápn, samstarvar longu við ukrainar um viðlíkahald og umvæling av stríðsvognum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald