Innanlands

Einki frættist til munkarnar

Havnafólk vórðu snýtt av munkaklæddum monnum, men eingin er tikin í málinum

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-02-21 12:31 Author image
Ari av Rana

Eitt heldur øðrvísi løgreglumál var í Havnini stutt fyri jól, tá tveir útlendingar í brúnligum munkaklæðum seldu ymiskar lutir á gøtuni. Menninir søgdu, at sølan var til vælgerandi endamál.

Kringvarpið skrivaði tá, at menninir vóru sera ágangandi tá teir royndu at selja, og hvødu fólk ikki reiðan pening á sær, so høvdu teir gjaldsterminal.

Fólk sum keyptu hildu seg rinda við donskum krónum, men í veruleikanum rindaðu tey í evrum. Sostatt vóru lutirnir sjey ferðir so dýrir.

Løgreglan leitaði eftir monnunum, sum hvørki høvdu loyvi at selja á gøtuni ella at skipa fyri innsavning til vælgerandi endamál.

Men løgreglan fann aldrin menninar. Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at einki meir hevur verið at frætt í málinum í eina tíð. Eingin er handtikin í málinum, og einki meir hevur verið gjørt burturúr tí.

Alt bendir tí á, at munkaklæddu menninir sluppu avstað við ólógligu søluni.

placeholder
placeholder