Ferðslupolitiið steðgaði 50 bilførarum í Vági í gjár, og tað var ikki einki at koma eftir. 12 mál vóru skrivað, verður upplýst av løgreglustøðini í morgun.
Sum dømi kann nevnast, at fólk ikki høvdu koyrikort uppi á sær, slitin dekk, lyktafeil, ikki íbundin, og eisini fyri broytt prutl og prutl førarar, sum ikki høvdu hjálm. Fimm átalur vóru eisini givnar.
Falskur alarmur í H-bygninginum
Á midnátt var eldávaring í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum, men tað vísti seg at vera falskur alarmur. Tað er ikki greitt, hví ávaringin fór í gongd. Hetta er ikki fyrstu ferð, at hetta hendur, sigur løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald