Mentan

Olsen Banden og føroyskir stuttfilmar í Norðurlandahúsinum

Vísa "Olsen Banden ser rødt" í annaðkvøld

2019-02-21 21:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað eru nú yvir 50 ár síðan, at fyrsti filmurin um Olsen Banden varð sýndur fyri fyrstu ferð. Hetta verður hátíðarhaldið við einari sýning av "Olsen Banden ser rødt" í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 22. februar.

Tað eru filmsverkstovan Klippfisk og Felagið Føroysk Filmsfólk, sum fríggjakvøldið hita upp til Tórshavn Film Festival við einum hugnaligum filmskvøldi. 

Eftir sýningina av "Olsen Banden ser rødt" fara ungir, føroyskir filmsspírar hjá Klippfisk at sýna tríggjar stuttfilmar, sum eru framleiddir í sambandi við m.a. filmsskeiðini Nóllywood og Klippfisk Bootcamp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder