(Upptøka: Listbeth Jensen)
--
Samkomubygningurin City Church í Havn hevur fingið stóran skaða í nátt. Hetta upplýsir vaktleiðarin á løgreglurstøðuni í morgun.
Tað var 00.18, at fráboðan kom um, at eldur var í City Church. Ein patrulja var beint við Tróndargøtu, og komin á staðið sást beinanvegin eldur á eystaru síðu av bygninginum. Talan var um tað, ið eitur opin eldur.
Sløkkiliðið kom eisini skjótt á staðið og var væl mannað. Sambært vaktleiðaranum var arbeiðið í fyrstu syftu liðugt nakað áðrenn klokkan tvey í nátt.
Eingin persónur var beint við, tá eldur kom í City Church, og tískil er eingin mansskaði.
Spurningurin er so, hví hetta hendi, og tað skal nú kannast nærri. Løgreglan upplýsir í morgun, at eldurin kom áleið har frá, sum oljufýringin í bygninginum er.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald