Ein stórur brestur hoyrdist á Eystaru Bryggju fyri løtu síðani - onkur sum Portalurin hevur snakkað við helt, at ein bumba brast.
Tá fólk í økinum fóru út at hyggja sást, at Ternan hevði rent á land. Hetta var beint við, har Strandferðslan heldur til, og skipið tók eitt sindur í terminalin.
Fólk, sum arbeiða í økinum, hoyrdu eitt buldur
Sum skilst, so hevur ferðin helst verið ov høg, tá Ternan skuldi leggja at stutt áðrenn klokkan 11, og skipið hevur tikið í - á veg inn ella á veg út aftur, tá man sá, at ferðin var ov høg til at leggja at.
Einki er tó váttað enn. Vit hava ringt til Strandferðsluna nakrar ferðir, men ábyrgdarpersónarnir eru allir upptiknir.
Í øllum førum vendi Ternan líka út úr havnini aftur og legði so at aftur. Óvist er, um skipið hevur fingið nakran serligan skaða, men fólk eru á staðnum og kanna málið nú. Eingin mansskaði eg fráboðaður.
Sambært heimasíðuni hjá Strandferðsluni eigur Ternan at sigla aftur av Havnini klokkan 12.30.
Meira seinni
Dagført: 11.43: Strandferðslan er ikki komin við nøkrum almennum boðum, og tað er framvegis ikki eydnast at fáa fatur á nøkrum umboði fyri SSL, sum kann úttala seg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald