Innanlands

Byrjanin til ein nýggjan kapittul í samstarvinum

Sambært bæði løgmanni og ES-nevndarforkvinnuni var tað eitt sera týdningarmikið skjal, sum tey skrivaðu undir í Tinganesi í dag

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-14 12:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Á middegi í dag var nýggj samstarvsavtala gjørd millum Føroya Landsstýri og Evropeiska Samveldið. Avtalan varð undirskrivað av Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinnu og Aksel V. Johannesen løgmanni.

Almenningurin hevur enn ikki sæð orðingina í aftaluni ella semjuskjalinum, sum tað verður kallað. Men sambært tí, sum bæði løgmaður og Ursula von der Leyen bóru fram á stutta tíðindafundinum eftir undirskrivingina í Tinganesi, so er talan um byrjanina av einum nýggjum kapitli í samstarvinum millum Føroyar og ES.

Ursula von der Leyen, sum er ovasti politiski leiðarin í ES-samstarvinum, fegnaðist um avtaluna, og kallaði hana neyðuga, serliga við atliti til at Evropa er vorðið meira ótrygt eftir russisku innrásina í Ukraina

[object Object]

Fólkaræði standa saman

- Fólkaræði eiga at halda saman. Londini í Evropa er ein familja, og Føroyar er partur av hesi familjuni, segði Ursula von der Leyen millum annað.

Hon vísti á, at tað í avtaluni ikki liggur beinleiðis ein víðkan av fríhandilsavtaluni millum Føroyar og ES, men at hon avgjørt letur upp fyri møguleikanum at geva føroysu vinnuni møguleika at flyta virkaðar vørur út til ES eisini.

- Hetta er eitt arbeiði, sum nú fer í gongd, segði ES-nevndarforkvinnan.

Sambært henni gevur tað meining fyri ES at Føroyar eisini fáa møguleika til at flyta virkaðar fiskivørur til ES eisini. Men hon legði eisini dent á, at við eini víðkaðari fiskivinnuavtalu við Føroyar eisini liggur ein væntan um, at avtalan eisini fer at umfata eina umsitingarætlan til tess at tryggja, at fiskiveiðan er burðardygg.  

Sverri Egholm tók myndirnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder