Mentan

Skarv fer í søguna

Avgerð er nú tikin um, at skeinkistaðið hjá føroyingum í Keypmannahavn, letur aftur

(Savnsmynd: Edmund S. Jacobsen)

(Savnsmynd: Edmund S. Jacobsen)

2024-03-25 23:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðan 1975 hevur Skarv verið skeinkistaðið hjá føroyingum í Keypmannahavn, men leygarkvøldið 18. mai hevur barrin opið fyri seinastu ferð.

Hetta skrivar in.fo í kvøld.

Siri Thorsteinsson, sum síðan 2015 hevur rikið staðið, greiðir miðlinum frá, at korona, inflatión og manglandi inntøkur gera, at tað ikki ber seg longur.

Hon yvirtók skeinkistaðið eftir pápan, Dánjal Petur Thorsteinsson, sum byrjaði Skarv í 1975.

[object Object](Mynd: Skarv)

Tað verður altso 18. mai, at Skarv hevur opið fyri seinastu ferð. Tá verður nógv gjørt burturúr við móttøku um kvøldið, og út á náttina fara Jens Marni Hansen og aðrir føroyskir tónleikarar at spæla, skrivar in.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder