Innanlands

Sami førari koyrdi frá rokningini tvær ferðir

Løgreglan hevur góðar myndir av viðkomandi, sum tvær ferðir henda mánaðin hevur fylt sær tangan uttan at rinda

2024-03-26 08:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan í Havn fer í dag at leita eftir einum ávísum bili og eigara tess eftir at ein bensinstøð hevur meldað ein stuldur av bensini.

Bensinstøðin hevur staðfest, at sami bilur og sami maður í tveimum førum henda mánaðin er farin avstað uttan at rinda eftir at hava fylt sær tangan við bensini.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at tey hava góð spor at ganga eftir tí flest allar bensinstøðir hava vakmyndatól, sum taka myndir í góðari góðsku, so at nummarspjaldrið á bilinum týðuliga kann lesast, og tað eisini fæst ein týðulig mynd av persóninum, sum koyrir bilin.

Tá funnið er fram til mannin, verður hann skuldsettur fyri stuldur, verður upplýst.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder