Bretski Charles kongur heilsaði í dag uppá nøkur av teimum, sum vóru møtt upp eftir páskagudstænastu á slotskapellinum á Windsor slottinum.
Hetta er fyrstu ferð at kongurin vísir seg til størri tiltøk síðan hann fekk staðfest krabbamein, skrivar BBC.
Tað mundi koma óvart á fleiri í mannamúgvuni, at 75 ára gamli kongurin heilsaði og tók í hondina á fleiri.
(Mynd: EPA)
(Mynd: EPA)
Nógv ynsktu Charles kongi gleðiligar páskir og góðan bata.
William prinsur og Kate prinsessa vóru ikki til staðar. Kate prinsessa er enn í viðgerð fyri krabbamein.
Les eisini: Bretska Kate prinsessa fingið staðfest krabbamein
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald