Vestanfyri nakað sunnanfyri í Skúvoy hevur eitt stórt omanlop verið ein av seinastu døgunum.
Hildið verður, at tað hevur verið um páskaaftan, at tað er hent.
Talan er um eitt rættiliga stórt omanlop, og Harry Jensen úr Skúvoy, greiddi útvarpinum í kvøld frá, at urðarnar sum eru komnar av omanlopinum eru øgiliga stórar. Serliga tann eina, og so eru tvær smærri.
Omanlopið hevur tikið stóran part av lomvigaberginum í oynni við sær í havið, og tað verður mett at vera dyggur smeitur fyri lomvigan.
Hetta er ein dyggur smeitur fyri stovnin, sum frammanundan er illa fyri, sigur Jóhannis Danielsen, fuglafrøðingur á Havstovuni, við útvarpið.
Skúvoyingar vóru í dag við Sildberanum og sóu omanlopið. Sí myndir sum Ólavur Frederiksen tók.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald