Uttanlands

O.J. Simpson deyður

Amerikumaðurin var kendur fyri nógv - mest fyri "aldarinnar rættarmál" tá hann varð fríkendur fyri tvífalt morð. Simpson doyði av krabba, 76-ára gamal

Talan var um mest kenda amerikanaran, sum varð ákærdur fyri morð. Víðagitnir sakførarar og verjar, sjónvarp á alla tíðina og øll høvdu meiningar um málið. Tað fór eisini at snúgva seg um nógv annað enn morðini (Mynd: EPA)

Talan var um mest kenda amerikanaran, sum varð ákærdur fyri morð. Víðagitnir sakførarar og verjar, sjónvarp á alla tíðina og øll høvdu meiningar um málið. Tað fór eisini at snúgva seg um nógv annað enn morðini (Mynd: EPA)

2024-04-12 07:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- 10. apríl doyði pápi okkara, Orenthal James Simpson, eftir stríð við prostata krabba. Hann var saman við børnum og barnabørnum.

Soleiðis orðaðu børnini hjá Orenthal James (O.J.) Simpson seg stutt á sosialu miðlunum í gjárkvøldið. Hetta er á profilum hansara, har tey at enda biðja um virðing, privatlív og tíð til at syrgja.

Navnið O.J. Simpson er eitt av teimum heilt kendu í USA og situr hjá nógvum kring heimin. Í langa tíð var maðurin úr San Francisco kendur fyri síni avrik sum fyrst og fremst amerikanskur fótbóltsspælari: Fyrst var tað á college við einum av teimum heilt stóru, USC í Los Angeles. Simpson vann "Heisman-steypið", ið er størsti heiður hjá einum spælara á college-stigi, og øll vildu hava fatur í honum. Kraftmikli og kviki rennarin endaði hjá Buffalo Bills, har hann setti nøkur met.

Simpson var eisini kendur fyri at vera við í stórum lýsingum fyri millum annað Hertz, og seinni arbeiddi hann fyri sjónvarpsstøðina NBC og spældi í ymiskum filmum. "The Juice" átti í ymiskum og var ógvuliga væl umtóktur og væl dámdur.

[object Object]
O.J. Simpson í rættinum í Las Vegas - lív hansara gjørdist heilt øðrvísi enn so at siga øll væntaðu (Mynd: EPA)

Alt broyttist tó eftir 12. juni 1994, tá fyrrverandi kona hansara Nicole Brown Simpson og Ronald Goldman vórðu myrd í Los Angeles. Skjótt kom illgruni um O.J. Simpson, sum hevði framt harðskap móti Nicole Brown Simpson áður, og eftir eina minniliga og seina biljagstran við ovurhondsstórum miðlaáhuga yvirgav hann seg til løgregluna.

At skriva alt um rættarmálið hevði tikið fleiri dagar. Tað varð kent sum "Aldarinnar rættarmál" í USA (Trial of The Century). Talan var helst mest kenda amerikanaran, sum er ákærdur fyri morð. Navnframir sakførarar og verjar, sjónvarp á alla tíðina og øll høvdu meiningar um málið. Tað fór eisini at snúgva seg um nógv annað enn morðini, og hvørt Simpson gjørdi tað ella ikki - serliga snúði tað seg um rasu, og tað partvíst kloyvdi Los Angeles og USA.

Tað endaði við, at O.J Simpson varð fríkendur 3. oktober. Júst 13 ár seinni varð hann dømdur fyri millum annað at fremja vápnað innbrot í Las Vegas. Tá vildi tá 61-ára gamli maðurin hava virðismiklar minnislutir aftur. Hesar misti Simpson tá hann skuldi av við nógva ogn, eftir at hann hevði tapt borgarliga sakarmálið, sum familjan hjá Ronald Goldman hevði vunnið í nítiárunum.

Hetta hevur ikki fongsulsrevsing við sær men endurgjald fyri ábyrgd - eftir hendingina í Las Vegas sat O.J Simpson inni í 11 ár. Seinastu árini hevur hann verið heilt fríur og framvegis fingið heilt fitt av uppmerksemi, og nógv hevur verið frammi um søgu hansara - millum annað kann Oscar-vinnandi heimildarrøðin hjá Ezra Edelman "O.J: Made in America" nevnast.

Fyri stuttum varð kunngjørt at Orenthal James Simpson hevði prostatakrabba, og nú orkaði hann ikki at stríðast meira.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder