Fitt av vindi er í kvøld, og sambært Veðurstovu Føroya verður meira vindur seinni í kvøld og í nátt.
Í morgin leygardag verður minni vindur.
Forsøgn galdandi til leygarkvøldið klokkan 18.
Frískur vindur upp í hvassan vind um sunnan, 10 til 15 m/s. Seint í kvøld gongur ættin upp í vestan og veksur hann vindin, í støðum upp í storm, 23 m/s, við hørðum hvirlum, serliga sunnanfyri.
Í nátt hvassur vindur ella skrið vestan, 15 til 20 m/s. Leygardagin lot til frískan vind vestan ella av ymsum ættum, 3 til 10 m/s. Alt samdøgrið skiftandi skýloft og løtur við regni ella ælaveðri. Hitin 5 til 9 stig, leygardagin niður í 2 til 6 stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald