Innanlands

Ruddaðu hálvt tons í Kaldbaksbotni

Rudda Føroyar í samstarvi við GreenGate Incomming og danska fyritøku ruddaði í gjár 503 kilo

(Mynd: Rudda Føroyar)

(Mynd: Rudda Føroyar)

2024-04-21 22:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Rudda Føroyar hevur í samstarvi við GreenGate Incoming og donsku fyritøkuna Emendo Consulting Group ruddað í Kaldbaksbotni leygardagin 20. apríl

- Vit vóru 24 fólk umframt tveir ferðaleiðarar. Emendo vildi brúka ein dag í Føroyum upp á at rudda og setti seg tí í samband við Greengate Incoming, sum síðani setti seg í samband við okkum í Rudda Føroyar um at skipa fyri rudding, sigur felagsskapurin Rudda Føroyar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder