Mentan

Nýggj duet útgáva við Kristinu og Terja

Terje B. Vestergaard, hevur saman við Kristinu Bærendsen, júst útgivið nýggja staklagið "Har eingin eina er" sum duet

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-04-26 20:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Terje B. Vestergaard, hevur saman við Kristinu Bærendsen, júst útgivið nýggja staklagið" Har eingin eina er" sum duet.

Lagið er nú er tøkt á stroymingartænastum so sum Spotify og á Youtube.

Hetta er sætta stakútgávan hjá Terja. 

Hinar útgávurnar eru, “Jól eru kærleiki og vón” 2016, “Tíðin fer” 2017, “Lívsins Rósa” 2021, “Longsul” 2021 og "Mítt fosturland" 2023

Sangurin "Har eingin eina er" var upprunaliga skrivaður av Mosie Lister, einum vælkendum amerikonskum gospelsangskrivara, og bleiv fyrstu ferð útgivin og gjørdur kendur, tá Elvis Presley útgav hann í 1967.

Edmund Williamson hevur umsett sangin til føroyskt.   

Terje sigur, at tankin um at útgeva sangin á føroyskum, og at fáa Kristinu at syngja duet, kom eftir at Terje hoyrdi endurútgávuna, har dóttir Elvis, Lisa syngur saman við pápanum, á einari nýggjari remix útgávu. 

- Við hesari nýggju føroysku útgávuni vóni eg, at hesin sera vakri gospel sangurin, kann gerðast til gleði og gagns milllum føroyingar, sigur Terje B. Vestergaard.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder