Innanlands

Løgtingsfólk fáa lønarhækkan upp á 6000 krónur

Samstundis missa løgtingsfólk 2000 krónur í viðbót og tænastumannapensjónina   

Løgtingið (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Løgtingið (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2019-03-01 10:24 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í nýggjum uppskoti, sum løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu, hevur lagt fram, fáa løgtingsfólk eina hækkan á 6000 krónur. Tey verða flutt úr 34 lønarbólki í 36 lønarbólk - úr 38.585 krónur um mánaðin til 44.147 krónur um mánaðin.

Samstundis missa løgtingsfólk 2000 krónur í skattafríðari viðbót. Ístaðin fáa tey teldil og hóskandi teldu frá løgtinginum, umframt at telefonútreiðslur verða afturgoldnar, tá tey sita í løgtinginum. 

Uppskotið byggir á eitt álit, sum ein uttanhýsis arbeiðsbólkur hevur gjørt fyri Løgtingið. Jógvan Amonsson, Maria á Dul og Gunn Ellefsen hava sitið í bólkinum. 

Skipanin verður galdandi frá eftir næsta løgtingsval, um tað verður samtykt. 

Nýggja eftirlønarskipan
Sambært nýggja uppskotinum verður pensjónsnýskipanin eisini broytt. Í tí gomlu skipanini, fingu tingfólk tænastumannapensjón. Hetta verður nú broytt, soleiðis at tingfólk fáa upp til 15 prosent afturgoldið í pensjón. Hvussu nógv prosent tey fáa í eftirløn, verður roknað eftir, hvussu leingi tey hava sitið í løgtings- ella landsstýrissessum. 

Í viðmerkingunum ber stendur, at lønarhækkanin fer at kosta 2,6 milliónir meira um ári. Men ilt er at siga nakað um, hvat pensjónsnýskipanin fer at kosta. Hetta kemst av, at pensjónin verður goldin eftir, hvussu leingi fólk hava siti í løgtinginum ella landsstýrinum. Um ein løgtingsmaður hevur vunnið sær fulla pensjón eftir gomlu skipanini, fær hann 0 prosent eftir nýggju skipanini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder