Mentan

Swangah spælir á G! festivalinum

- Tað er kanska trupult at ímynda sær, nú føroyski hipp hopp pallurin er dukandi og fjølbroyttur, men áðrenn Swangah var øskukalt

2024-04-30 12:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Swangah spælir á G! og teir fara at gera nógv meira burturúr framførsluni enn nakrantíð áður.

Swangah Dangah smíðaði føroyska hipp hopp pallin. Áðrenn teir var rapp antin okkurt, ið einstaklingar fjasaðust við á dreingjakømrum, ella okkurt sum varð brúkt afturvið rokki.

Útgávan “Belials synir”, var á tann hátt ein frammaná til føroyska tónleikapallin, ella kanska rættari eitt gúpp í reyvina.

Tað er kanska trupult at ímynda sær, nú føroyski hipp hopp pallurin er dukandi og fjølbroyttur, men áðrenn Swangah var øskukalt.

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók.

Fantastisku tekstirnir eru gerandismál, eitt slag av Jóanes Nielsen møtir Eminem.

Við teirra fangandi stevi og frálíka rappi noyðist tú at dansa við halanum og smalanum og gumpinum og stumpinum. Komið og verðið sett útá.

G! Festivalurin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder