Innanlands

Súsanna er fyrsti føroyingur umborð á Global Mercy

174 metrar langa Global Mercy er heimsins størsta sivila sjúkrahússkip. Sjúkrarøktarfrøðingurin heldur næstu vikurnar til á skipinum, sum liggur í Sierra Leone

- Eg havi droymt um at gerast lækni ella sjúkrasystur, og at kunna fara umborð á eitt av skipunum – og tað geri eg nú. Súsanna Hendriksdóttir Olsen er úr Lamba og starvast vanliga í Keypmannahavn (Mynd: Mercy Ships)

- Eg havi droymt um at gerast lækni ella sjúkrasystur, og at kunna fara umborð á eitt av skipunum – og tað geri eg nú. Súsanna Hendriksdóttir Olsen er úr Lamba og starvast vanliga í Keypmannahavn (Mynd: Mercy Ships)

2024-05-01 10:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann 20. apríl fór Súsanna Hendriksdóttir Olsen úr Lamba, umborð á sjúkrahússkipið Global Mercy, har hon tær næstu vikurnar skal starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur.

Hetta kunnar Mercy Ships Føroyar um. Talan er ikki um eitthvørt skip, sum Súsanna er við.

Tað liggur í Freetown, sum er høvuðsstaður í Sierra Leone. 174 metrar langa Global Mercy er merkt 37.000 BRT og er heimsins størsta sivila sjúkrahússkip.

[object Object]
Mynd: Mercy Ships Føroyar

Skipið er fór í sigling í fjør, og við skipinum eru 450 hjálparfólk. Umborð eru 7 væl útgjørdar skurðstovur við tilsamans 80 seingjarplássum.

- Síðani eg var smágenta havi eg hoyrt um Mercy Ships, og tá skipið Anastasis vitjaði í Føroyum fyri nógvum árum síðani, var eg umborð har. Eg havi droymt um at gerast lækni ella sjúkrasystur, og at kunna fara umborð á eitt av skipunum – og tað geri eg nú,”

Soleiðis sigur Súsanna, sum hevur lisið sjúkrarøktarfrøði á Setrinum og síðani hildið á við útbúgving og starvi í Keypmanahavn. Hon er upprunaliga úr Lamba.

Fleiri føroyingar hava gjøgnum tíðina verið við skipum hjá Mercy Ships, men Súsanna Hendriksdóttir Olsen er tann fyrsta, sum er við nýggjasta skipinum, skrivar Mercy Ships Føroyar.

- Leiðslan fyri Mercy Ships Føroyar arbeiða støðugt við at fáa fleiri føroyingar við skipunum hjá Mercy Ships. Umleið 7.000 skurðviðgerðir og túsundvís aðrar sjúkraviðgerðir verða árliga gjørdar umborð á Global Mercy.

Súsanna Hendriksdóttir Olsen kemur aftur úr Sierra Lione tann 9. juni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder