Innanlands

Útselt til frumsýning hjá Frihedsbrevet - eykasýning sett til sølu

Stórur áhugi at síggja dokumentarin "Valdið eftir valdið" hjá Frihedsbrevet

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-05-02 17:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er fullsett til frumsýningina av dokumentarunum “Valdið eftir valdið” hjá Frihedsbrevet í Løkshøll. Tí er ein eykasýning sett á skrá sunnudagin 5. mai klokkan 17.

Dokumentararnir hyggja nærri at einum av størstu reiðaríunum í Føroyum, JFK-samtakinum í Klaksvík við Hanus Hansen, reiðara, á odda, og hollendsku risunum P&P, sum eru parteigarar í JFK. Sendingarnar varpa ljós á, hvussu ein fyritøka gerst ein av valdsmiklastu spælarunum í landinum, og hvussu hetta valdið verður umsitið.

“Valdið aftanfyri valdið” er ein dokumentarur, sum Frihedsbrevet.fo hevur gjørt. Talan er um rúgvismikið journalistiskt arbeiði, sum spennir seg yvir mong ár.

Limir sleppa ókeypis, men mugu tekna seg. Tey sum ikki eru limir, kunnu keypa atgongumerki. Tilmeldingin og atgongumerkjasølan gongur fyri seg á heimasíðuni hjá Frihedsbrevet.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder