Innanlands

Løgreglan: Fólk skulu vera ógvuliga varin

Tað er ein afturvendandi trupulleiki, at føroyingar verða trýstir eftir pengum eftir at hava sent myndir av sær sjálvum til onnur á netinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-06 14:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er ein afturvendandi trupulleiki, at føroyingar verða trýstir eftir pengum eftir at hava sent nakinmyndir av sær sjálvum til útlendingar, sum tey hava samskift við umvegis netið.

Hótt verður við, at myndirnar verða almannakunngjørdar ella sendar víðari til onnur, um ein ikki rindar eina ávísa upphædd, og aftur í gjár fekk løgreglan eina fráboðan frá einum borgara, sum var komin í hesa støðu.

– Hetta er tíverri ein afturvendandi trupulleiki, og tað ikki ólógligt at vaksin fólk senda hvørjumøðrum myndir av særsjálvum, men hetta er nakað, fólk skulu vera ógvuliga varin við, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Løgreglan mælir borgarum, sum koma í eina slíka støðu, frá at gjalda, tí har er eingin trygd fyri, at myndir ikki verða deildar kortini, ella at fleiri pengar ikki verða kravdir.

Talan er onkuntíð um fleiri túsund krónur, men ofta verður upphæddin, sum verður kravd, uppgivin í dollarum, evrum ella onkrum øðrum gjaldoyra, sigur vaktleiðarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder