Innanlands

Arbeiða framvegis við málinum

Ongi myndatól eru, sum ansa eftir okkara tingbygningi

(Mynd: Bjarni Rubeksen / KvF)

(Mynd: Bjarni Rubeksen / KvF)

2024-05-07 08:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan er enn ikki komin nærri eini uppkláring av hvør tað er, sum stóð aftan fyri herverkið móti løgtingshúsinum, har politiskir boðskapir fyri Palestina og móti Ísreael vóru skrivaðir við reyðari skrift á hvíta klædningin á tinghúsinum.

Sambært vaktleiðaranum hjá løgregluni eru ongi vakmyndatól, sum kunnu vísa hvat gongur fyri seg uttan fyri løgtingshúsið.

- Vit eru í gongd við at kanna, um tað kanska er onkur av handlunum í miðbýnum, sum hava myndatól, ið kunnu geva okkum eina ábending um hvør kann hava framt herverkið, sigur vaktleiðarin, og leggur afturat:

- Tað er helst bara hjá okkum, at tað ber til at gera seg inn á landsins tjóðarting uttan at verða avmyndaður av nøkrum vakmyndatóli. Men soleiðis ynskja politikararnir, at tað skal vera, og tað mugu vit laga okkum eftir.

Løgreglan arbeiðir í dag víðari við málinum.

Í gjár kom fráboðan um eitt annað herverksmál í Havn. Tað var á einum skúla, har ungfólk hava verið inni í einum høli, har tey hava tømt ein eldsløkkjara og eisini skrivað upp á veggirnar. Her hevur løgreglan spor at ganga eftir.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder