Mentan

Triði Eurovision-sigurin hjá Sveis

Nemo, sum umboðaði Sveis við sanginum "The Code" vann í gjárkvøldið ársins Eurovision sangkapping – Favoritturin úr Kroatia gjørdist nummar tvey

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-05-12 09:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað varð Nemo, sum umboðaði Sveis við sanginum "The Code" sum vann ársins Eurovision sangkapping í Malmö við 591 stigum.

Tá øll stigini frá teimum 37 dómsnevndunum vórðu kunngjørd, varð greitt, at Sveis hevði fingið 12 stig frá 22 av teimum og hevði samanlagt fingið 365 stig. Nemo fekk síðani 226 stig frá hyggjarunum, sum var nóg mikið til at varðveita fyrstaplássið.

Kroatiski Baby Lasagna, sum luttók við sanginum "Rim Tim Tagi Dim", sum annars var favorittur, endaði á øðrum plássi við 547 stigum. Hann fekk tó flest stig frá hyggjarunum - 337.

Ukraina endaði á triðja plássi við 453 stigum, og Frakland og Ísrael endaðu sum nummar ávikavist fýra (445 stig) og fimm (375 stig).

Hetta var triði Eurovision-sigurin hjá Sveis. Landið vann allarfyrstu kappingina í 1956 við "Refrain" hjá Lys Assia, og í 1988 við "Ne Partez Pas Sans Moi", sum varð sungin av kanadisku songkvinnuni Céline Dion.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder