Innanlands

Uppskot um hægri barsilsútgjald samtykt

Mánaðarliga hámarkið verður 30.000 krónur, og nýútbúgvin fáa betri umstøður

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-05-13 12:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun samtykti løgtingið uppskotið frá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu um broyting í barsilslógini, sum m.a. snýr seg um at hækka mánaðarliga hámarkið upp í 30.000 krónur. Seinastu 20 árini hevur upphæddin verið 25.000 krónur.

Eisini verða umstøðurnar hjá nýútbúnum betri. Frameftir verður lestrarstuðulin eisini taldur við í útrokningargrundarlagið, sum barsilspeningurin verður roknaður eftir, og tað hevur við sær, at nýútbúgvin foreldur, ið møguliga ikki hava verið so nógv á arbeiðsmarknaðinum undir lestrinum, verða betri stillaði, tí útrokningargrundarlagið nú verður hægri.

Ein samd Rættarnevnd tók undir við uppskotinum og mælti Løgtinginum at samtykkja tað.

Semja er eisini um at gera fleiri broytingar í barsilslógini í komandi tingsetu. Evni, sum verða tikin upp eru m.a. betri sømdir til foreldur at tví- og fleirburum og ov tíðliga føddum børnum, og minsta útgjald og fleksibilitetur, tá ið barsilsfarloyvið skal leggjast til rættis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder