Innanlands

Flestu bygdaleiðir koyra undir verkfallinum

Einans fýra bussrutur hjá SSL eru raktar av verkfallinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-14 07:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sambært heimasíðuni hjá Strandfaraskipum landsins, dagførd í gjárkvøldið, eru tað einans fýra av rutunum hjá Bygdaleiðum, ið eru raktar av verkfallinum, sum byrjaði á midnátt.

Tað eru ruturnar 300, sum koyrir millum Havnina, flogvøllin og Sørvág, 350 til Gásadals, 100 millum Havnina og Vestmanna og 506, sum er bussleiðin á Kalsoynni millum Trøllanes og Syðradal.

Flestu av hinum bussleiðunum koyra sambært ferðaætlanini. Tó eru onkrar av leiðunum avmarkaðar orsaka av verkfallinum. Hetta er galdandi fyri leið 410 millum Fuglafjørð, Gøtudal og Klaksvík og leið 400 millum Klaksvík og Tórshavn. 

Les eisini: Strandferðslan fingið undantaksloyvi at flyta ferðafólk við ferjunum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder