Mentan

Personal Trainer  á G!

Niðurlendskur bólkur vitjar í Gøtu í summar

2024-05-14 10:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Úr hinum fløtu Niðurlondum kemur ein flóðalda av orku ímóti okkum. Tað er uppgangandi bólkurin Personal Trainer, sum ger fangandi rokkutt løg.

Personal Trainer er næsta navnið á langa listanum av nøvnum, sum fara at spæla á G! festivalinum í Gøtu í summar. Fyrireikararnir lova eitt brak av eini konsert, tí løgini hjá bólkinum ljóða einastandandi væl!

Tað er higartil greitt hesi spæla á G!, og enn eru nógv nøvn eftir at kunngera: Highasakite (NO), Of Monsters and Men (IS), Eivör (FO),  Teitur (FO), Swangah (FO),  Jamie Grey (UK), The Longest Johns (UK), Specktors (DK), Omar Souleyman (SY), JJ Paulo (DK/TZ), Personal Trainer (NL), Aggrasoppar (FO), Hamferð (FO), Plúmm (FO), Dania (FO), Alice Boman (SE), Rangar Finsson (FO), GRÓA (IS), Das Body (NO), Einangran (FO), Konsörn (FO), Jógvan (FO), Elinborg (FO), Alias Morera (FO), Knút (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO), Agat (IL), Sound of the Damned (GL) og Nelly Moar (NO). 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder