Innanlands

Ósemja um áheitanina

Fyrst bakkaði Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum út, og síðani var ósemja millum eigararnar í Kommunla Arbeiðsgevarafelagnum. Harvið var áheitanin til gerðarrættin tikin aftur - eitt útspæl er á veg

Ávísir partar hildu, at hetta ikki var eitt rætt fet, og tískil tóku vit málið aftur. Vit hava ikki verið samráðingarpartur í hesum, men verða nú rakt - tað er ógvuliga óheppið, staðfestir Per Martin Gregersen (Mynd: eysturkommuna.fo)

Ávísir partar hildu, at hetta ikki var eitt rætt fet, og tískil tóku vit málið aftur. Vit hava ikki verið samráðingarpartur í hesum, men verða nú rakt - tað er ógvuliga óheppið, staðfestir Per Martin Gregersen (Mynd: eysturkommuna.fo)

2024-05-14 16:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hvør hevur rætt? Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ella arbeiðarafeløgini. 

Hendan spurningin vildi nevndin í KAF hava svar uppá, tá ein áheitan varð send til Fasta Gerðarættin fyrr í dag. Tað var ein umbøn um at fáa gerðarættin at svara uppá, um fráboðaða verkfallið var eitt sonevnt óheimilað stríðsstig.

Í gjárkvøldið var semja millum Lønardeildinina hjá Fíggjarmálaráðnum og KAF um at fara til Fasta Gerðarættin við málinum. Av "ávísum orsøkum" valdi Lønardeildin tó at bakka út. Nevndarlimirnir í KAF vóru tó púra samdir og vísir í hesum: Talan er um eitt prinsipielt mál, og staðfestast skal hvør hevur rætt sambært spælireglunum á arbeiðsmarknaðinum.

Soleiðis sigur Per Martin Gregersen við Kringvarpið seinnapartin. Hann er borgarstjóri í Eysturkommunu og formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum. 

Felagið hevur tó ikki longur eitt mál liggjandi í Fasta Gerðarættinum. Seinnapartin váttaði formaðurin fyri Fast Gerðarættin, Alfred Petersen, at áheitanin var tikin aftur. Hetta umleið tveir og ein hálvan tíma eftir at hon varð send.

Sí eisini: Málið um óheimilað stríðsstig tikið aftur

Orsøkin skal finnast í enn einari ósemju. Hesaferð millum eigararnar av Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum - ávísur partar halda, at hetta ikki var eitt rætt fet. Tað staðfestir Per Martin Gregersen. Tá tað ikki var einmælt varð avgerð tikin um at taka málið aftur.

Harvið stendur nú greitt, at KAF gerst partur av einum verkfalli, sum man ikki hevur verið samráðingarpartur í. Hetta heldur formaðurin vera ógvuliga óheppið. Avleiðingar fara eisini at síggjast á serliga dagstovnum og eldraøkinum - íhvussu er um undantøk ikki verða givin - staðfestir Per Martin Gregersen, ið lovar nærri kunning í kvøld ella tíðliga í morgin.

Øll samrøðan við Per Martin Gregersen kann hoyrast á kvf.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder