Innanlands

Eingin ruskinnsavnan frá í morgin

Hesum boðar IRF frá í sambandi við verkfallið, sum rakar á midnátt

Eingin innsavning verður frá í morgin, mikudegnum 15. mai. Hetta er galdandi fyri innsavning av burturkasti frá húskjum, vinnu og endurvinningarplássum. Eisini steðgar øll innsavning av rottangaevju, spillolju og oljudálkaðum vatni (Mynd: IRF)

2024-05-14 17:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum fer nú at raka og ganga útyvir nógv fólk og nógvar tænastur.

Eisini IRF verður rakt. Felagið skrivar í stuttari fráboðan seinnapartin, at eingin innsavning verður frá í morgin, mikudegnum 15. mai.

- Hetta er galdandi fyri innsavning av burturkasti frá húskjum, vinnu og endurvinningarplássum. Eisini steðgar øll innsavning av rottangaevju, spillolju og oljudálkaðum vatni.

Harvið verður tað skjótt, at rusk hópar seg upp hjá húsarhaldum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder