Innanlands

Sótu tigandi og atkvøddu móti sínum egnu

Tveir av trimum floksfeløgum hjá landsstýrismanninum við lógarmálum atkvøddu ímóti uppskoti hansara

Tingfólkini Hanna Jensen (t.v.) og Sólvit Nolsøe (t.h.) atkvøddu ímóti hóast floksforkvinnan, Ruth Vang, helt eina inniliga røðu á tingi í dag fyri at stuðla uppskotinum hjá Bjarna K. Petersen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tingfólkini Hanna Jensen (t.v.) og Sólvit Nolsøe (t.h.) atkvøddu ímóti hóast floksforkvinnan, Ruth Vang, helt eina inniliga røðu á tingi í dag fyri at stuðla uppskotinum hjá Bjarna K. Petersen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-15 20:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast teirra egni landsstýrismaður átti uppskotið, og hóast forkvinnan í flokkinum helt eina inniliga røðu á tingi í dag fyri at stuðla landsstýrismanninum, so valdu tvey av teimum trimum tingfólkunum hjá Framsókn í dag at atkvøða ímóti lógaruppskotinum um broytingar í fosturtøkulógini.

Sólvit Nolsøe og Hanna Jensen atkvøddi ímóti uppskotinum hjá samgonguni meðan Karlot Hergeirsson atkvøddi fyri.

Tað, at Ruth Vang tók orðið í dag fyri at vísa Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni, sín stuðul, kom rættiliga óvæntað.

Tí tað er als ikki vanligt, at landsstýrisfólk blanda seg í viðgerðina av málum, sum ikki hoyra undir teirra egna málsøki.

Men í dag helt Ruth Vang, eftir øllum at døma, í eginleikanum sum floksforkvinna, at neyðugt var at taka orðið.

Tað, sum ein kann undrast yvir er, at almenningurin fekk ikki at vita hví tvey tingfólk hjá Framsókn atkvøddu ímóti og harvið vóru við til at fella uppskotið hjá floksfelaganum.

Tey valdu nevniliga ikki at taka orðið tá málið var til viðgerðar.

Men tey vóru ikki tey einastu. Tveir javnaðarmenn atkvøddu eisini ímóti. Hendrik Old er ein teirra, og tað var væntað, tí hann hevur alla tíðina sagt seg vera ímóti uppskotinum.

Heldur óvæntað var tað, at Jóhannis Joensen atkvøddi ímóti. Serliga tí, at hann, eins og tey bæði í Framsókn, valdi ikki at taka orðið.

Hinumegin vóru tað eisini nøkur, sum atkvøddu “ímóti sínum egnu”, nevniliga Eyðdis Hartmann Niclasen og Johan Dahl úr Sambandsflokkinum, sum bæði atkøddy fyri uppskotinum meðan hini sambandsfólkini, sum vóru til staðar, atkvøddu ímóti. Eyðdis Hartmann Niclasen luttók í orðaskiftinum, men Johan Dahl valdi í hesum føri eisini at lata vera við at grundgeva fyri síni støðutakan.

Og so er tað Kaj Leo Holm Johannessen, sum kundi verið avgerandi atkvøðan. Hann valdi ikki at vera til staðar á tingfundinum í dag.

Ein annar tingmaður, sum ikki var til staðar í dag var tjóðveldismaðurin Erling Eidesgaard, men hann hevði ‘clerað’ sína atkvøðu við Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum, so at hetta ikki fekk ávirkan á atkvøðugreiðsluna.

Hesar innanflokka ósemjur fáa neyvan avleiðingar her og nú, tí breið semja var í flokkunum um, at talan er um eitt av hesum “etisku málunum”, har tað stendur løgtingslimunum frítt at taka støðu fyri ella ímóti.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder