Mentan

Sveipa til vinstru – nýtt frá Herborg

Nýggi sangurin hjá Herborg Torkilsdóttir snýr seg um kvinnu, sum ikki hevur hepnið við sær á Tinder

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-05-16 09:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Virkni sangarin og sangskrivarin, Herborg Torkilsdóttir, sum seinastu tíðina hevur lagt alt meira á at koma fram við sínum sangum í Danmark, er júst útkomin við sínum fyrsta sangi á føroyskum í ár.

"Sveipa til vinstru" er heitið, og sangurin snýr seg um alt tað, tú kanst finna á netinum, eisini kærleikan, sigst.

"Tinder" er ein "finn-ein-maka" app, har tú kanst leggja myndir av tær sjálvum upp, skriva ein lítlan tekst um teg sjálvan, og so annars bara hopa uppá, at onkur annar Tinder brúkari dámar teg!

Um man sær ein man dámar, skal man sveipa til høgru – dámar man ikki viðkomandi, sveipar man til vinstru!

Sangurin "Sveipa til vinstru" snýr seg um eina gentu, sum roynir at leggja eini boð á telefonsvararan hjá dronginum hon elskar.

Hann er av tí slagnum, sum helst vil lata vindeyga standa opið, sjálvt um hurðin fer aftur! Hansara status á Facebook er "Single" og hansara Tinder profilur er enn aktivur – hóast øll rundanum hann vita, at hann hevur eina "damu".

Øll kenna vit nokk onkran sovorðnan, skrivar Herborg um nýttja sangin, og leggur afturat:

- Eitt stuttligt, fittligt og eisini eitt sindur syrgiligt lag, um eina gentu, sum hevur mist seg sjálva.

Herborg Torkilsdóttir hevur sjálv skrivað orð og lag. Daniel Kehlenbech hevur framleitt tónleikin, meðan røddirnar eru upptiknar og miksaðar av Krostoffer Mørkøre.

Dóttir Herborg, Savannah við Sandá Jensen, er við sum kórsangari.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder