Innanlands

Fyrsta roykta whisky frá Einar’s Distillery

Ein serstøk útgáva, sum verður útgivin í sambandi við World Whisky Day, sum verður leygardagin 18. mai

(Mynd: Einar's Distillery)

(Mynd: Einar's Distillery)

2024-05-16 14:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Einar's Distillery gevur um vikuskiftið út nýggja whisky.

Talan er um eina fimm ára gamla, torvroykta whisky, sum er ætlað teimum, sum virðismeta tann fjøltáttaða smakkin og eginleikarnar, sum bara ein whisky av besta slag kann bjóða. 

Ravnurin er valdur at prýða forsíðuna hesa ferð. Hann ímyndar skynsemi, loynidóm, gátuføri og dýpd, og hetta samsvarar alt við tann fjøltáttaða og spennandi karakterin í nýggju dropunum.

Fløskan fær frálík skotsmál frá Jim Murray, sum millum annað sigur: 

"There is gorgeous layering to this young, certainly, but showing some surprising grey hairs, too. Congrats: This is really excellent." 

Úr føtunum eru tappaðar 1161 fløskur, og tappað er við fullari fatstyrki upp á 59.5 prosent.

Ravnurin verður at fáa í Rúsdrekkasøluni og á flogvøllinum 17. mai.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder