Innanlands

Frontalur samanstoytur í Øravík

Fýra fólk vórðu flutt á sjúkrahús til kanningar eftir ferðsluóhapp í gjár. Bilarnir blivu vrak

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-05-17 08:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nakað eftir klokkan fýra seinnapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Øravík. Tveir bilar stoyttu saman frontalt, og materielli skaðin var stórur.

Ein persónur var í eina bilinum og trý í hinum.

Løgreglan sigur at fólkini vóru send á sjúkrahúsið til kanningar, men vóru sloppin lætt.

Bilarnir hinvegin fórust illa, fingu stóran skrokkskaða og pláturnar vórðu tiknar av.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder